- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alsamt fleiri borgarlig rættarmál
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/2i4b6310.jpg?itok=QD_I58dF)
Føroya rættur viðgjørdi 2.000 sakarmál í fjør. Í Fútarættinum vóru 2.400 mál og 550 í Skiftirættinum.
Nógv tey flestu rættarmálini eru borgaralig mál. Tey vóru 1.350 í fjør. Borgaraligu rættarmálini eru vorðin nógv fleiri síðani aldaskiftið.
Eisini fleiri revsimál
Revsimálini eru eisini vorðin fleiri. Men Fútarætturin hevur færri mál nú, skrivar Hagstovan, sum hevur kunngjørt tølini hjá Føroya rætti.
Millum annað eru tvingsilssølur í Fútarættinum. Fastognir og skip verða seld á tvingsilsuppboði. Hesi uppboð eru fá nú, millum tíggju og 15 seinastu árini. Men árini 2008 til 2015 vóru nógvar slíkar sølur.
Í fjør hevði Skiftirætturin 550 mál, men bara 25 teirra vóru trotabúgv. Yvirfriðingarnevndin hevði 80 mál í fjør. Málini eru vorðin fleiri í hesari øldini. Talið er vaksið úr 50 upp í 80.