- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forða fyri dupultum gjaldi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/als_skelti.jpeg?itok=LKQ5yQeh)
Sum lógin nú er orðað, kunnu fólk fáa meira enn tey eiga at fáa í lønarískoyti. Als-stýrið hevur biðið landsstýrið broyta lógina.
Millum annað forðar lógin ikki fyri, at fólk kunnu fáa 40.000 krónur frá Als. Tey kunnu fáa 20.000 krónur í lønarískoyti og 20.000 krónur sum sjálvstøðugt vinnurekandi.
Hesi vinnurekandi kunnu eisini fáa fult útgjald, hóast tey ikki missa inntøku. Lagt verður ikki upp fyri inntøkuni hjá tí sjálvstøðuga vinnurekandi.
Als-stýrið: Tykist órímiligt
Dømi er um, at Als hevur fingið umsókn um fullan stuðul frá einum sjálvstøðugum vinnurekandi, sum upplýsir, at vinnuvirksemið er høvuðsvinna hansara.
Inntøkan seinastu 12 mánaðirnar var 13.500 krónur. Við galdandi reglum hevur viðkomandi rætt til 20.000 krónur um mánaðin úr stuðulsskipanini.
Inntøkan verður tí 17 ferðir hægri enn áður. Hetta sýnist sera órímiligt, heldur Als-stýrið, sum vil hava hetta broytt.
Kunnu fáa upp í 40.000
Dømi er eisini um, at sjálvstøðug vinnurekandi hava søkt um fullan stuðul, tí virksemið er minkað 100 prosent.
Men tey høvdu onga inntøku. Galdandi reglur geva rætt til fullan stuðul, 20.000 krónur um mánaðin.
Og einki forðar fyri, at sama fólk kann fáa pengar sum vinnurekandi og sum starvsfólk, í mesta lagi 40.000 krónur.