- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tølini seta met: 10 milliónir fólk arbeiðsleys
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/arbeidsloysi-usa-13032020-ap.jpeg?itok=ndt_j33u)
Í USA hava 6,6 milliónir fólk mist arbeiðið síðstu tvær vikurnar, orsakað av COVID-19. Tað vísa nýggju vikutølini hjá ráðnum fyri arbeiðsmarknaðarmál, sum vórðu kunngjørd í gjár.
Hetta er onnur vikan á rað, at tølini yvir arbeiðsleys í USA hava sett nýggj met. Í síðstu viku vóru tað 3,3 milliónir amerikanarar, ið skrásettu seg sum arbeiðsleysar.
Arbeiðsloysið kann koma upp á 15 prosent
Tað veruliga talið á arbeiðsleysum í USA kann væl vera nógv størri enn 10 milliónir fólk, halda økonomar, tí myndugleikarnir klára ikki at fylgja við teimum nógvu umsóknunum, skrivar NBC News.
– Tað er ikki óhugsandi, at arbeiðsloysið kemur upp á 15 prosent, og tað undirstrikar bara, hvussu illa tað stendur til, sigur Loretta Mester, deildarstjóri hjá amerikanska tjóðbankanum, sambært Washington Post.
Amerikanski tjóðbankin hevur longu kunngjørt seks hjálparpakkar til smáar og miðalstórar fyritøkur, og í løtuni verður ein hjálparpakki afturat fyrireikaður, ið skal tryggja fyritøkunum lagalig lán.
Fyrireika fíggjarliga kreppuhjálp
– Arbeiðsloysið veksur við eini ferð, vit ikki hava sæð fyrr. Arbeiðsloysið fer at eisini at vaksa næstu vikurnar og mánaðirnar, sigur Allan Sørensen, leiðandi búskaparfrøðingur hjá Dansk Industri, sambært TV2.
Amerikanska stjórnin hevur góðkent ein hjálparpakka fyri 2,2 billiónir dollarar, ið skal stimbra kreppurakta búskapin, nú skjótt vaksandi arbeiðeiðsloysið hóttir búskapin í landinum.
USA er í løtuni tað landið í heiminum, sum hevur flestar tilburður av COVID-19. Tilsamans 245.573 fólk eru smittað, og 5.137 fólk eru deyð, vísa nýggjastu tølini hjá John Hopkins University.