- Tíðindi, mentan og ítróttur
Demokratarnir útseta undanval
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/usa_amerika.jpg?itok=rQzoBMZB)
Demokratarnir útseta nú endaligu avgerðina um, hvørt tað verður Joe Biden ella Bernie Sanders, ið skal stilla upp ímóti Donald Trump á amerikanska forsetavalinum í november, skrivar AFP.
Floksfundurin í Milwaukee í Wisconsin, har forsetavalevnið endaliga skal veljast, er útsettur frá 13. juli til 17. august, orsakað av koronaútbrotinum.
Joe Biden, sum stendur til at vinna uppstillingina hjá Demokratunum, hevur sagt, at stórar fólkamongdir eiga ikki at koma saman, meðan koronavirusið ger um seg.
USA flest smittað í heiminum
– Í løtuni er støðan óviss, og tí halda vit, at tað er skilagott at taka okkum tíð til at meta um støðuna, so flokkurin kann halda ein tryggan og góðan fund, sigur Joe Solmonese, sum er formaður í nevndini, sum skipar fyri floksfundinum.
USA er tað landið í heiminum, sum hevur flest smittað í løtuni. Meir enn 200.000 eru smittað tilsamans.
Meir enn 5.000 fólk eru deyð í USA av koronavirusinum, og stjórnin metir, at endaliga deyðatalið fer at liggja onkustaðni millum 100 og 200.000.