- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjótt greitt um ákæra verður reist
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/glasir_12.png?itok=UONUXjc1)
Linda M. Hesselberg, varafúti, sigur, at tey hava nú fingið seinastu upplýsingarnar, tey hava biðið um, frá Fíggjarmálaráðnum, sum nú umsitur Landsverk.
Avgerðin, um málið skal kannast ella ikki, verður tikin í seinasta lagi 8. apríl, sum er mikudagurin í næstu viku.
>> SÍ EISINI Kanna um ákærur skulu reisast
Heðin Mortensen, sum tá var landsstýrismaður, bað ákæruvaldið kanna fólkini hjá Landsverki, sum hava ábyrgdina av byggingini í Marknagili og við Landssjúkrahúsið.
Tað er skjótt eitt ár síðani. Tað var 21. mai í 2019. Heðin Mortensen sendi málið til fútan eftir at hava fingið eina frágreiðing og eitt tilmæli frá Jógvani Páll Lassen, advokati.
Heitt varð á ákæruvaldið um at kanna, um grundarlag er fyri at reisa ákæru og endurgjaldskrav móti ábyrgdarfólkum hjá Landsverki.