- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formaður: Landsroyndirnar kundu verðið tiknar av
Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í samrøðu við Skúlablaðið.
– Um vit skulu hava landsroyndir, mugu vit brúka orkuna at arbeiða við úrslitunum, heldur enn at brúka alla orkuna til at fyrireika royndina, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
Tað fer ov nógv arbeiðsorka til at fyrireika landsroyndirnar við verandi skipan, heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Kann vera burturspilt arbeiði
– Tað er eitt stórt hóvasták at fyrireika uppgávurnar, telduskipanina, skúlan, læraran og næmingin fyri at fáa royndarúrslitið. Men, tá ið úrslitið er greitt, so var tað tað. Um arbeiði steðgar við úrslitinum, so er tað burturspilt.
– Tí um skúlin, lærarin og næmingurin skulu hava nakað burtur úr eini støðumeting, so er tað greiningararbeiði, ið verður gjørt út frá royndini, ið kann geva úrtøku, heldur formaðurin í Lærarafelagnum.
Løgtingið hevur við lóg ásett, at vit skulu hava landsroyndirnar, og tað er tí eisini løgtingið, sum ger av, um landsroyndirnar skulu takast av.
Endamálið má vera greiðari
– Eru vit ikki greið yvir, hví vit hava landsroyndirnar, so er betri, um vit taka tær av. Og um tær skulu hava lív lagað, so má vera greitt, hví vit hava landsroynd, og hvussu tær kunnu gagna læraranum og næminginum.
Tað sigur Jacob Eli S. Olsen við Skúlablaðið. Landsroyndirnar vórðu fyrstu ferð hildnar í Føroyum í 2008, og royndirnar hava verið hildnar her á hvørjum ári síðani tá.
Landsroyndirnar verða hildnar fyri fólkaskúlanæmingum í fjórðu og sættu flokkunum í føroyskum, støddfrøði og náttúrulærugreinunum.