- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingi pláss á intensiv deildum um eina viku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/stockholm.jpg?itok=VDTEnFCc)
Tað er komið fram í einum notati frá Region Stockholm, sum svenska Aftonbladet hevur fingið innlit í, sambært sjónvarpsstøðini TV2.
Í notatinum, sum er dagfest 27. mars, stendur millum annað, at heilsustarvsfólk skulu hava upplæring í, at røkta doyggjandi fólk í teirra egna heimi.
Hildið verður, at talið á røktarsjúklingum í Svøríki, fer at vera í hæddini 29. apríl, og longu um seks dagar er einki seingjarpláss á intensivum deildum eftir, ljóðar nú.
Ikki nóg mikið av verndarútgerð
Tað hava eisini verið fleiri fráboðanir um starvsfólk í heilsuverkinum, sum eru smittað við COVID-19.
Í hesum sambandi hava starvsfólkini á sjúkrahúsum í Stockholm hartað myndugleikarnir fyri, at tað ikki er nóg mikið av verndarútgerð til teirra.
Í Svøríki eru dagstovnar, kirkjur, frisørar, venjingarmiðstøðir, kaffistovur og skúlar framvegis opin. Higartil eru 239 fók deyð av COVID-19 í Svøríki, 148 teirra í Stockhólm.