- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umvæla Skansabryggjuna fyri 70 mió. kr.
Umvæla Skansabryggjuna fyri 70 mió. kr.
Byggifelagið J&K Petersen, sum ger Skansabryggjuna, skal eisini umvæla hana
27.03.2020 - 09:47
Betri trygging vil ikki gjalda fyri slitnaðu akkersboltarnar í Skansabryggjuni í Havn fyrr enn tað er staðfest, hví teir slitnaðu.
Leitað verður eftir orsøkini, meðan skaðin verður umvældur.
Og byggifelagið J&K Petersen, sum ger Skansabryggjuna, skal eisini umvæla hana.
Arbeiðið fer at kosta góðar 70 mió. kr.
15.oktober í fjør varnaðust froskmenn, at fleiri akkersboltar vóru slitnaðir. Tá vóru 300 metrar av bryggjukanti lidnir.
Fyrri partur av Skansabryggjuni skuldi latast 22.oktober.
250 metrar av bryggjukanti vóru eftir at gera tá, og hetta arbeiðið fer í gongd aftur um stutta tíð, sigur Tórshavnar býráð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV