Vil hava landstingið at samtykkja skundlógir

bannari
Vil hava landstingið at samtykkja skundlógir
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, vil hava grønlendska landstingið at viðgera skundlógir
Kim Kielsen er landsstýrisformaður í Grønlandi
 
26.03.2020 - 14:28

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, hevur biðið um, at landstingið verður kallað saman at samtykkja skundlógir,  so tamarhald kann fáast á støðuni, sum er komin í av coronavirusinum. 

Víst verður á, at løgreglan hevur ikki heimild at steingja handlar og fyritøkur, sum ikki vilja gera eftir boðunum frá myndugleikunum.

Tað kann vera ein trupulleiki at fáa tingið saman, tí neyðugt er við minst 16 tinglimum, men eftir reglunum kunnu ikki fleiri enn 10 fólk koma saman í Nuuk.

Tí er formansskapurin í landstinginum farin at kanna, hvussu tað ber til at savna tingið. Tí er ógreitt, nær landstingið kemur saman.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114