- Tíðindi, mentan og ítróttur
OL útsett til 2021
OL útsett til 2021
Olympisku leikirnir verða útsettir til næsta ár, hava japansku myndugleikarnir og altjóða olympiska nevndin boðað frá. Orsøkin er koronasjúkan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/olympisku_leikirnir_olympiskt_flagg.jpg?itok=Vvn6mHKG)
24.03.2020 - 15:15
Tað er greitt eftir ein telefonfund millum japanska forsætisráðharran, Shinzo Abe, og formannin í altjóða olympisku nevndini, Thomas Bach, í dag.
Japan skuldi annars vera vertur fyri olympisku leikunum frá 24. juli til 9. august í ár. Seinastu dagarnar er trýstið um at útseta leikirnar vaksið.
Fleiri íðkarar og ítróttarsambond hava boðað frá, at tey vilja hava leikirnar útsettar. Tað er greitt, at olympisku leikirnir vera í Tokyo næsta ár, men nær, er óvist.
Tøl frá John Hopkins universitetinum, sum javnan dagførir tølini, vísa, at 1.140 smittutilburðir eru í Japan í løtuni. 42 fólk eru deyð av korona, og 285 fólk eru skrásett at vera frísk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV