11 frískir føroyingar aftrat

bannari
11 frískir føroyingar aftrat
11 føroyingar aftrat eru staðfestir frískir eftir at hava havt korona
 
21.03.2020 - 12:16

Tað vil siga, at tilsamans 14 av teimum 92, ið hava fingið staðfest koronasmittuna higartil, eru frísk aftur.

Í morgun komu boðini um, at 12 føroyingar aftrat hava fingið staðfest korona. Sostatt fór talið úr 80 upp í 92, ið hava fingið staðfest smittuna. Men nú 14 eru frísk aftur, er samlaða talið av føroyingum, ið hava korona, 78.

- Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, í skrivi sent miðlunum.

Tey, sum hava fingið smittuna, kunnu tískil sleppa skjótari úr sóttarhaldi enn fólk, sum tey hava havt samband við.

- Tey, ið eru í sóttarhaldi, tí tey hava havt samband við ein smittaðan persón, skulu framhaldandi verða í sóttarhaldi í 14 dagar, tí tey kunnu vera smittuberi í tvær vikur,” sigur hann.

1942 føroyingar eru kannaðir fyri korona í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275