Korona: Kunnu gera frávik frá reglunum um hvílitíð

bannari
Korona: Kunnu gera frávik frá reglunum um hvílitíð
Hvilitíðin skal í tó minsta lagi vera átta samanhangandi tímar, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Sjúkrahús, samdøgurstovnar, heimarøkt og tilbúgving, kunnu gera frávik frá reglunum um hvílitíð
 
20.03.2020 - 14:12

Arbeiðsumhvørvislógin ásetur, at frávik kunnu gerast frá reglunum um hvílitíð og frídagar, tá viðurskifti eru, ið koma óvart á.

Frávikini kunnu gerast, tá tað er avgerandi neyðugt. Og nú koronasmittan herjar, verður ásetinginin um frávík tikin í nýtslu, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Tað ber í sær, at arbeiðspláss, ið eru undir serligum trýsti orsakað av covid-19, eitt nú sjúkrahús, samdøgurstovnar, heimarøkt og tilbúgving, kunnu gera frávik frá reglunum um hvílitíð, sum er í minsta lagi 11 samanhangandi tímar. Tó skal hvílitíðin í minsta lagi verða átta samanhangandi tímar. 

Sunnu- og halgidagsareiði

Harumframt ber til at víkja frá reglunum um sunnu- og halgidagsarbeiði, um so er, at hetta er avgerandi neyðugt fyri at gera arbeiðið. Hetta frávikið kann eisini vera galdandi fyri t.d. tær fyritøkur, ið skulu útvega matvøruhandlum vøru. 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið leggur dent á, at arbeiðið – eisini í støðuni, sum Føroyar eru í, í sambandi  vi koronasmittuna – skal vera útint á ein tryggan hátt.

Sum endurgjald fyri mista frítíð, hava starvsfólk rætt til frítíð seinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050