Betri letur sjúkrahúsverkinum 10 mió. kr.

bannari
Betri letur sjúkrahúsverkinum 10 mió. kr.
Peningurin skal brúkast til útgerð í stríðnum móti koronasjúkuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.03.2020 - 14:52

Betri-samtakið letur 10 milliónir krónur í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið. Peningurin verður latin til útgerð, ið skal brúkast í stríðnum ímóti koronasjúkuni, sigur samtakið í tíðindaskrivi.

- Kostnaðurin fyri útgerðina er vaksin sera nógv, nú eftirspurningurin er vaksin so brádliga um allan heimin, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum, sambært tíðindaskrivinum.

Stuðulsgrunnurin hjá Betri, ið letur sjúkrahúsverkinum peningin, stuðlar sjúkufyribyrgjandi tiltøkum. Grunnurin læt í fjør 5,7 milliónir krónur í stuðli til verkætlanir og átøk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050