Umleið 200 føroyingar kannaðir um dagin

bannari
Umleið 200 føroyingar kannaðir um dagin
Kanningardeildin hjá Heilsufrøðilugu Starvsstovuni hevur úr at gera í hesum døgum
 
18.03.2020 - 08:11

Meðan alt samfelagið er farið niður í ferð, eru tað nøkur arbeiðspláss, sum nú mugu koyra við fullari ferð.

  Vit koyra við fullum blussi, sigur Debes Hammershaimb Christiansen, deildarleiðari á kanningardeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Patologiska kanningardeildin, sum hon eitur, hevur úr at gera í hesum døgum við at kanna allar koronaroyndirnar, sum koma inn.

Alsamt fleiri verða kannað

Fleiri og fleiri fólk verða kannað fyri korona. Í gjár og fyrradagin vórðu næstan 200 fólk kannað, meðan talið í dag verður omanfyri 200 fólk, sigur Debes Hammershaimb Christiansen.

Væntast kann, at enn fleiri fólk verða kannað hvønn dag í næstum. Leiðarin á kanningardeildini sigur, at tey megna væl trýstið, sum nú er, og at tað gongur skjótt við at fáa svar upp á royndirnar.

Tey, ið skulu bráðkannast, fáa svar áðrenn tríggir-fýra tímar eru gingnir, og tær vanligu kanningarnar taka millum seks og átta tímar.

Fingið hjálp frá øðrum deildum

Kanningardeildin hevur fingið styrk úr øðrum deildum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Í løtuni verða fimm laborantar lærdir upp til at kanna koronaroyndirnar.

 Tá tey eru upplærd, eru vit væl mannað til at taka okkum av øllum koronaroyndunum, sum koma, sigur Debes Hammershaimb Christiansen.

– Vandi er tó altíð fyri, at okkurt av okkara starvsfólki skal í sóttarhald - ella blíva sjúk sjálvi. Tá kann kanningararbeiðið gerast sárbært. Men sum nú er, gongur arbeiðið skjótt og væl, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050