![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/corona_tomt-29.jpg?itok=fE7Qm0Ur)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein dagur í lockdown Tórshavn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/corona_tomt-27.jpg?itok=adqPYYzI)
Bjarni Árting Rubeksen, myndamaðurin hjá Kringvarpi Føroya, skuldi í dag sleppa at royna tað, sum Palle í heimskendu, donsku myndabókini "Palle alene i verden" frá 1942 eisini slapp. Nevniliga at fáa kensluna av at vera einsamallur í allari verðini.
Tað var í øllum føroyum ætlanin, nú Føroyar eru farnar í lockdown. Men hóast høvðusstaðurin var rættiliga manntómur, so hevði góða veðrið yvirskuggað óttan fyri koronavirusinum og lokkað nøkur fólk út í sólina. Men tað var lítið afturímóti ein vanligan mikudag.
Føroyar eru í hesum døgum stongdar, og tað vera tær eisini at vera næstu vikurnar. Mælt verður staðiliga á fólk um at halda seg mest møguligt innandura, og einans fara út at keypa tað mest neyðuga. Og um tað er neyðugt, so at halda tveir metra frástøðu til hvønn annan.