Sjúkrahúsverkið heitir á fólk um at hjálpa

bannari
Sjúkrahúsverkið heitir á fólk um at hjálpa
Sjúkrahúsverkið í Føroyum sóknast nú eftir fólki, sum kunnu hjálpa til, nú COVID-19 leggur trýst á heilsuverkið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.03.2020 - 09:27

Sjúkrahúsverkið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá fólki, sum bjóða seg fram, at hjálpa til á teimum trimum sjúkrahúsunum, nú coronavirusið leggur trýst á heilsuverkið. 

Nú ber til at skráseta seg á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum, um fólk vilja hjálpa til. Sjúkrahúsverkið setir seg síðani í samband við fólk um og tá tørvur er á hjálp.

Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, so uttan mun til um tú lesur til lækna, ert sjúkrarøktarfrøðislesandi ella hevur hug at gera reint, ert tú vælkomin at melda teg til, skrivar heimasíðan ls.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050