Raðfesta tey, sum hava størstan tørv á viðgerð

bannari
Raðfesta tey, sum hava størstan tørv á viðgerð
Landssjúkrahúsið setir átøk í verk fyri at minka um smittuvandan av coronavirusi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.03.2020 - 15:46

Á Landssjúkrahúsinum verða munandi átøk gjørd fyri at minka um smittuvandan av coronavirusi.

Hesi átøk merkja í høvuðsheitum, at Landssjúkrahúsið fer at raðfesta viðgerðir til tey, sum hava størsta tørvin. Og allar aðrar viðgerðir og kanningar vera útsettar.

Sjúkrahúsini eru ein høvuðsæðr í tilbúgvingini í Føroyum, og tí hevur leiðslan tikið øll ráðilig stig til tess at forða fyri, at sjúklingar og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum verða smittað av coronavirusinum, sigur Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivi.

Átøkini hava longu fingið avleiðingar fyri sjúklingar, og tey fara at ávirka tænastuna á sjúkrahúsinum fyribils næstu tvær vikurnar.

Skurðviðgerðir útsettar

Frá mánadegnum verða mest sum allar planlagdar skurðviðgerðir útsettar, sum ikki eru bráðfeingis. Tó verða allar krabbameinsviðgerðir og kanningar framdar sum vanligt.

Støða er tikin til, at øll medisinsk ambulatorii lata aftur frá mánadegnum og næstu 14 dagarnar. Í staðin verða serstøk ambulatorii latin upp til teir sjúklingar, ið ikki kunnu bíða við at koma til kanningar ella viðgerð.

Læknarnir seta seg í samband við allar sjúklingarnar, sum verða ávirkaðir av hesum, og meting verður gjørd av tørvinum í hvørjum einstøkum føri.

Á Rannsóknarstovuni verður eisini skerd tænasta.

Fyri at avmarka smittuvandan verða blóðroyndir og EKG bara tikin av teimum, sum skulu til viðgerð hjá serlækna á sjúkrahúsinum, skrivar landssjúkrahúsið á heimasíðu síni, ls.fo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050