Coronavirus: Ein føroyingur aftrat smittaður

bannari
Coronavirus: Ein føroyingur aftrat smittaður
Ein persónur, sum kom til Føroya við flogfari mánadagin, hevur fingið staðfest COVID-19. Nú eru tríggir tilburðir staðfestir
 
13.03.2020 - 07:44

Heilsumálaráðið kunnar í morgun um, at ein føroyingur aftrat er smittaður við COVID-19 corona virusinum. Hetta varð staðfest í seint í gjárkvøldið, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Talan er um ein persón, sum hevur verið í Danmark og kom til Føroya mánadagin við flogfari. Smittaði persónurin hevur tað gott og er í løtuni avbyrgdur heima við hús.

Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Kanningin fer at avgera, hvørjir aðrir persónar skulu avbyrgjast.

Tað vórðu gjørdar 24 kanningar í gjár, og tann eina var positiv. Í løtuni eru í alt tríggir føroyingar smittaðir, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050