Ferðafólkið farið í sóttarhald

bannari
Ferðafólkið farið í sóttarhald
Persónurin hevði sjúkueyðkenni í flogfarinum úr Keypmannahavn
 
12.03.2020 - 16:57

Persónurin, sum í dag hevði sjúkueyðkenni í flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Keypmannahavn, er nú í sóttarhaldi, upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Royndir eru tiknar av viðkomandi, og úrslitið verður væntandi greitt í morgin.

Ferðafólk, sum sótu á frammanfyri og aftanfyri viðkomandi í flogfarinum, eru farin til hús. Men vísir tað seg, at persónurin er smittaður, seta myndugleikarnir seg í samband við tey, so tey eisini kunnu fara í sóttarhald, sigur Lars Fodgaard Møller.

Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, sigur, at tað stendur til politikararnar at gera av, um Atlantsflog skal halda fram við handilsligari flúgving ella ikki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212