Bakkafrost hevði 800 mió. kr. í avlopi í fjør

Bakkafrost hevði 800 mió. kr. í avlopi í fjør
Partaeigararnir fáa 491 milliónir kr. í vinningsbýti tilsamans
Bakkafrost hevði aftur eitt gott ár í fjør
 
11.03.2020 - 14:47

Bakkafrost hevði góðar 800 milliónir krónur í netto-avlopi í fjør. 

Tað stendur í ársfrágreiðingin hjá Bakkafrosti.

Umsetningurin var hálvfimta milliard krónur, og Bakkafrost rindaði umleið 200 milliónir krónur í skatti.

Stóra avlopið verður gott íkast hjá partaeigarunum í Bakkafrosti. Nevndin mælir til, at felagið rindar 8,31 krónur í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið.

491,5 mió. kr. tilsamans

Tað merkir, at samlaða vinningsbýtið, sum nevndin mælir til at rinda, er 491,5 milliónir krónur.

Tað er eitt vet meira enn í fjør, tá Bakkafrost rindaði 403 milliónir krónur í vinningsbýti.

Vinningsbýtið skal góðkennast á aðalfundinum, sum verður 3. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130