- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingi átøk um ferðamannaskip
Í dag kom fyrsta ferðamannaskipið í ár til Føroyar, tá Magellan kom á Kollafjørð. Men nógv fleiri hava boðað frá síni komu næstu mánaðirnar.
Meðan føroysku myndugleikarnir hava mælt til, at tiltøk við fleiri enn 500 fólkum skulu avlýsast ella verða uttan áskoðarar, so eru ongar aðrar tilráðingar annað enn at ansa eftir hvørjum øðrum.
Samstundis koma fleiri stór ferðamannaskip til landið, uttan at nøkur átøk eru sett í verk. Skipini skulu boða frá, um nakar umborð hevur smittberandi sjúku, men tað var eisini galdandi áðrenn nakað Corona-virus varð staðfest.
Magellan, sum kom á Kollafjørð í morgun, hevði 1.154 ferðafólk, sum nógv fóru til Havnar við bussum. Har var so mikið stórur ótti, at millum annað handilin Marjun Heimá lat aftur.
Í summar koma ferðamannaskip til Føroyar samanlagt 66 ferðir - 53 í Havn, 5 í Klaksvík og 8 í Runavík. Hetta er sambært seinastu listunum hjá havnamyndugleikunum, men fleiri kunnu koma.
Michael Boolsen, fúti, sigur at tilbúgvingin í Føroyum hevur sent sítt tilmæli út og annnars fylgir leiðbeiningunum úr Danmark. Enn eru ongar ætlanir fyri serstøkum átøkum í mun til ferðamannaskip.