Gera ábøtur á Hasfjord

Gera ábøtur á Hasfjord
Enn er ógreitt, nær farmaferjan fer í sigling um Skopunarfjørð
 
06.03.2020 - 12:04

Róðrið hjá Hasfjord skal gerast betri, so tað virkar skjótari. 

Tað skal gerast "skarpari" fyri at brúka orðið hjá stjóranum á Strandfaraskipum landsins, Hilmari Eliasen.

Hasfjord, sum skal flyta tungan farm í Skopunarfirði, kom til Føroya 20.februar. Nakrar royndir eru gjørdar við skipinum, men Hasfjord liggur enn í Havn.

Hasfjord hevur bara eina skrúva har afturari. 

Mest ger arbeiðið

Tá skipið skal snara um seg sjálvt bæði í Skopun og á Gomlurætt krevst, at róðrið virkar skjótari enn tað ger nú.Tað arbeiðið skal Mest gera.

Tá Hasfjord sigldi í Noregi, hevði tað ikki fyri brúk fyri júst tí, at snara um seg sjálvt.

Nær Hasfjord fer í siglingina í Skopunarfirði, veit Hilmar Eliasen ikki.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151