Tey avbyrgdu skulu vera á Hotel Vágum

bannari
Tey avbyrgdu skulu vera á Hotel Vágum
Fólkini, sum landslæknin hevur avbyrgt, nú coronavirus er staðfest í Føroyum, skulu vera á Hotel Vágum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2020 - 11:08

Heilsumyndugleikarnir og Hotel Vágar hava gjørt avtalu um, at hotellið skal hýsa teimum, sum landslæknin ger av at avbyrgja í sambandi við, at coronavirus er staðfest í Føroyum.

Hetta verður gjørt, til tess at byrgja fyri, at fleiri borgarar verða smittaðir, upplýsir Heilsumálaráðið. Á Hotel Vágum eru 25 kømur.

Á Hotel Vágum fáa tey avbyrgdu hvør sítt kamar, ið hevur teir hentleikar, sum heilsumyndugleikarnir halda eru neyðturviligir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949