Corona-tilburðurin: 14 fólk eru avbyrgd

bannari
Corona-tilburðurin: 14 fólk eru avbyrgd
Royndir av hinum trimum í húskinum hjá smittaða manninum eru negativar, men øll verða kortini avbyrgd í 14 dagar
Lars F. Møller, landslækni, hevur givið boð um, at 14 fólk skulu avbyrgjast
 
04.03.2020 - 21:49

Eftir at fyrsti føroyingurin hevur fingið staðfest corona-virusið, eru tilsamans 14 fólk avbyrgd.

Tað hevur Lars Fodgaard Møller, landslækni, gjørt av, eftir at hann hevur kannað teir persónar, sum smittaði føroyingurin hevur verið í sambandi við, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld. 

Tað er framvegis bara ein persónur í Føroyum, sum hevur fingið staðfest corona-virusið. Hini trý í húskinum hjá viðkomandi eru kannað, og øll úrslitini vóru negativ. 

Smittaði føroyingurin og húski hansara verða kortini øll avbyrgd við hús næstu14 dagarnar, sigur Heilsumálaráðið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949