Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan

Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan
Endamálið við ráðnum er at styrkja strategisku ráðgevingina til landsstýrið og vinnuna
Jenis av Rana er landsstýrismaður í mentamálum
 
03.03.2020 - 09:41

Eitt nýtt alment ráð skal stovnast.

Í lógaruppskotinum um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur latið løgtinginum, er eitt ráð fyri gransking, menning og nýskapan. 

Endamálið við tí er at styrkja strategisku ráðgevingina til landsstýrið og vinnuna á økinum gransking, menning og nýskapan. 

Ráðið skal eisini seta mál, eitt nú fyri føroyskum luti í altjóða samstarvi á økinum.

Trý ymisk øki

Higartil hava gransking, menning og nýskapan verið trý ymisk øki, sum eru viðgjørd í ymiskum skipanum. 

Men nú eru hesi øki nógv tættari knýtt og tvørgangandi.

Tí hava stuðulsskipanir í millum annað Norðurlondum og í Evropa lagt seg eftir at samskipa hesi øki, sigur landsstýrið.

Hetta skal eisini gerast í Føroyum, so tey, sum søkja um stuðul, kunnu fáa greiða vegleiðing um møguleikarnar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878