Tríggir corona-tilburðir í Íslandi

bannari
Tríggir corona-tilburðir í Íslandi
Øll fólkini hava verið í Norðuritalia og ferðast
TrÍggir tilburðir av corona-smittuni eru staðfestir í Íslandi
Mynd: RÚV  
 
02.03.2020 - 14:36

Tríggir persónar í Íslandi eru nú smittaðir við coronavirusinum og eru avbyrgdir.

Teir tríggir persónarnir hava allir verið og ferðast í Norðuritalia, siga íslendsku heilsumyndugleikarnir. 

Fyrsti tilburðurin varð staðfestur fríggjadagin og hinir báðir í gjár, skrivar Reuters. 

Ein 50 ára gamal maður fekk staðfest smittuna, COVID-19, í gjár. Hann hevði mild sjúkueyðkenni.

Tey 180 ferðafólkini, sum komu heim við sama flogfarið hava fingið boð um at verða avbyrgd heima við hús.

Tey boðini hava øll onnur, sum eru komin til Íslands úr Italia síðan leygardagin, eisini fingið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949