Eisini stórir skaðar í Tórshavnar kommunu

Eisini stórir skaðar í Tórshavnar kommunu
Borgarstjórin og tekniski stjórin eru á rundferð í kommununi at kanna og skráseta skaðarnar
Soleiðis sær út á havnarlagnum á Sundi eftir uppgangin
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
02.03.2020 - 14:44

Ódnarveðrið hevur eisini gjørt stóran skaða ymsastaðni í Tórshavnar kommunu.

í Havnini eru nógvir skaða, og stórir skaðar eru um allan Kaldbaksfjørð, serliga á Sundi, í Kaldbak og á landsvegnum millum Kalbaksbotn og Kaldbak. Stórir skaðar eru eisini í Nólsoy.

Annika Olsen, borgarstjóri, og Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, eru á rundferð at kanna og skráseta mongu skaðarnar, sum hava verið í kommununi um vikuskiftið.

Borgarstjórin og tekniski stjórin siga, at tað er sera týdningarmikið at skráseta allar skaðar, so ein ætlan um umvælingar verður gjørd beinanvegin.

Í dag verða eisini stig til at rudda upp í fleiri støðum, eitt nú í Kaldbaksbotni, sum flýtur í óruddi frá sandinum og langt fram í dalin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151