Bústaðarbólkurin seinasta fund í dag

Bústaðarbólkurin seinasta fund í dag
Frágreiðingin kemur ikki við einari heildarloysn, men vísir á ymiskar loysnir, sigur Regin Hammer, formaður í arbeiðsbólkinum
Regin Hammer er formaður í arbeiðsbólkinum
 
02.03.2020 - 10:47

Bólkurin, sum skal koma við uppskotum til landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um bústaðarpolitisk átøk, hevur væntandi sín seinasta fund í dag.

Regin Hammer, sum er formaður í bólkinum, sigur, at talan verður ikki um eina frágreiðing, ið kemur við einari heildarloysn fyri, hvørji átøk skulu setast í verk.

Heldur verður talan um at vísa á ymiskar loysnir út frá teimum ymisku sjónarmiðunum, ið limirnir í arbeiðsbólkinum hava. Síðani stendur tað til landsstýriskvinnuna politiskt at velja millum tilmælini í frágreiðingini.

Frágreiðingin frá arbeiðsbólkinum verður ikki almannakunngjørd, fyrr enn hon hevur fingið politiska viðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856