BRÁÐTÍÐINDI: Tvey fólk kannað fyri koronuvirus

bannari
BRÁÐTÍÐINDI: Tvey fólk kannað fyri koronuvirus
Tilbúgvingarbólkurin situr í løtuni á fundi og viðger støðuna
Tvey fólk eru kannað fyri koronuavirus
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.02.2020 - 15:11

Tvey fólk eru kannað fyri koronuvirus í Føroyum. Tað er váttað fyri løtu síðani.

Tilbúgvingarbólkurin, sum er settur í hesum sambandi, fór á fund seinnapartin, og fundurin verður væntandi liðugur um hálvgum fýra tíðina.Tá verður meira at frætta. 

Í bólkinum sita landslæknin, læknastjórin, Shahin Gaïni, serlækni, og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.

Higartil eru næstan 84.000 tilburðir av koronuvirusinum staðfestir í 58 londum, og tilsamans 2.867 fólk eru deyð av koronuvirusinum, sambært almennu tølunum.

Rætting: Tá greinin fór út, stóð í myndatekstinum, at "Koronuvirusið er nú eisini staðfest í Føroyum." Hetta var eitt mistak hjá okkum, og varð rættað í greinini løtu eftir at greinin fór út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV