230 fólk søgd upp í Danske Bank

230 fólk søgd upp í Danske Bank
Samstundis verða 400 størv í samtakinum niðurløgd
 
27.02.2020 - 14:07

Danske Bank sigur 230 fólkum úr starvi, og leggur 400 størv niður í samtakinum, skrivar danska kringvarpið.

 - Vit gera broytingar, sum gera bygnaðin einfaldari, og tað hevur við sær, at vit siga 230 fólkum úr starvi, sigur Karsten Breum, HR-leiðari í Danske Bank, sambært DR.

Av teimum 230, sum eru uppsøgd, starvast 120 í Danmark. 60 starvsfólk í Finnlandi, 44 í Litava og eisini nøkur í Noregi og Svøríki missa eisini starvið.

Uppsagnirnar eru partur av ætlanini hjá Danske Bank næstu árini at skerja útreiðslurnar og økja um talgildingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369