Jenis til Ísraels at kanna sendistovumøguleikar

Jenis til Ísraels at kanna sendistovumøguleikar
Við í ferðalagnum hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum vera eisini vinnulívsfólk
Jenis av Rana, landsstýrismaður, fer eisini at hitta ísraelska sendiharran í Keypmannahavn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.02.2020 - 15:33

Fyrst í apríl ella í seinnu helvt av mai mánaði fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum,  til Ísraels at kanna møguleikarnar fyri at seta á stovn sendistovu har, skrivar Sosialurin í dag.

Við landsstýrismanninum í uttanríkismálum fara vinnulívsfólk til Ísraels.

Jenis av Rana sigur við Sosialin, at vinnulívsfólk hava vent sær til hansara, og tí hevur hann gjørt av at bjóða vinnulívsfólki við til Ísraels, í royndini at fáa samband við vinnulívsfólk har.

Vinnulívsfólk í Føroyum hava vent sær til møguligar samstarvsfelagar í Ísrael, men teir hava aftrað seg, tí einki formligt samband er landanna millum, sigur Jenis av Rana.

Hittir ísraelska sendiharran

Áðrenn landsstýrismaðurin fer til Ísraels, hevur hann avtalað fund við ísraelska sendiharran í Keypmannahavn. Tann fundurin verður í fyrru helvt av mars mánaði.

Løgtingið hevur játtað hálva triðju millión krónur á fíggjarlógini í ár til sendistovu í Ísrael, men hon fer væntandi at kosta fýra milliónir krónur um árið at reka.

Jenis av Rana dylir ikki fyri, at Jerusalem framvegis er fremst í huga hansara, tá talan er um sendistovu, men mest avgerandi er, at Føroyar fáa eina sendistovu í Ísrael, sigur hann við Sosialin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856