Nýggjur húsarhaldsskúli í Klaksvík í 2023

Nýggjur húsarhaldsskúli í Klaksvík í 2023
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu
Pláss verður fyri 35 næmingar á nýggja húsarhaldsskúlanum, sum í fyrsta lagi verður liðugur í 2023
 
19.02.2020 - 14:53

Nýggi húsarhaldsskúlin í Klaksvík verður í fyrsta lagi liðugur á sumri í 2023. 

Tað stendur í svari frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í skúlamálum, til Beintu Løwe, løgtingskvinnu. 

Beinta Løwe spurdi m.a., hvussu lagt er komið við ætlanunum at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík. 

Verkætlan hjá sjálvsognarstovni

Jenis av Rana, landsstýrismaður, ger í svarinum greitt, at talan er ikki um eina almenna verkætlan, men um eina verkætlan hjá sjálvsognarstovninum Húsarhaldsskúli Føroya, sum landsstýrismaðurin hevur heimild at stuðla við einum rentufríum láni upp til 21 mió. kr. 

Í svarinum kemur eisini fram, at verkætlanin er komin so mikið langt, at næsta stig er at fara undir prosjektering av bygninginum. Prosjektering og útbjóðing væntast at verða klárt í oktober. Skúlin hevur í hesum sambandi víst á, at tørvur er á stuðli til henda partin av verkætlanini. 

Pláss verður fyri 35 næmingum í nýggja húsarhaldsskúlanum.

Higartil hevur verkætlanin kostað 800.000 krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859