- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skansi tveir nýggjar sáttmálar við Equinor
Skansi tveir nýggjar sáttmálar við Equinor
Sáttmálar eru gjørdir fyri Sæborg og Tórsborg fyribils í átta mánaðir
18.02.2020 - 14:01
Reiðaríið Skansi Offshore hevur fingið tveir nýggjar sáttmálar við norska oljurisan Equinor.
Tað skrivar heimasíðan oljan.fo.
Equinor hevur gjørt sáttmálar um tilsamans átta veitingarskip til oljupallar. Og her er Skansi sloppin upp í part - føroyska reiðaríið hevur fingið sáttmálar fyri Sæborg og Tórsborg.
Sambært oljan.fo er talan um arbeiði í átta mánaðir, frá mars mánaði at rokna. Eisini er møguleiki fyri at leingja sáttmálarnar átta mánaðir aftrat, upp í tilsamans 16 mánaðir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV