Black Friday: Brúkaraumboðið minnir fólk á at vera varin

Black Friday: Brúkaraumboðið minnir fólk á at vera varin
Góð ráð eru at kanna, um vøran veruliga er niðursett, hvussu nógvir pengar eru at spara
 
27.11.2024 - 08:33

Nú Black Friday, svarti fríggjadagur, nærkast við nógvum góðum tilboðum, minnir Brúkaraumboðið fólk á at vera varin.

Góð ráð eru at kanna, um vøran veruliga er niðursett, hvussu nógvir pengar eru at spara.

Góð ráð eru eisini at kanna, um vøran er bíligari í einum øðrum handli ella nethandli.

Og keypa fólk bil, innbúgv ella annað stórt og læna pengar til keypið, eru ráðini tey at kanna kredittútreiðslurnar.

 

Rannvá Sólheim er brúkaraumboð.

 

Og tey, sum selja, eiga at upplýsa í góðari tíð, hvat vøran kostaði, áðrenn tilboðið byrjar.

Um tilboðið er so gott, at sølan verður stór, skal handilin siga, um nøgdin er avmarkað.

Undanprísurin skal hava verið galdandi í ávikavist seks og fýra vikur undan tilboðnum.

Fyri gerandisvørur og árstíðarbundnar vørur, eitt nú matvørur ella jólaprýði, er kravið fýra vikur. 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114