Klaksvíkar sjúkrahús verður tikið av

Klaksvíkar sjúkrahús verður tikið av
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, sigur, at løgtingið hevur samtykt, at sjúkrahúsini skulu hava egna játtan og hvør sín stjóra
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík
 
18.02.2020 - 14:13

Borgarstjórin í Klaksvík heitir í opnum brævi á løgtingslimir úr Norðoyggjum um at standa saman um Klaksvíkar Sjúkrahús.

Jógvan Skorheim vísir á, at løgtingið hevur "sligið fast við sjey tumma seymi", sum hann orðar seg, at Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús skulu hava sína egnu játtan og hvør sín stjóra - sum hevur stjóraábyrgd.

- At taka fíggjaramboðið frá stjóranum, er tað sama sum at avtaka Klaksvíkar Sjúkrahús. Ein heimild, sum evsta vald í landinum, Føroya Løgting, hevur samtykt at verja, og nú landsstýrismaðurin svíkur sínar politisku skyldur, flytur ábyrgdin av hesum álvarsmáli uppaftur til okkara umboð á Føroya Løgtingi, skrivar Jógvan Skorheim.

- Sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu átali eg harðliga hesa framferð, sum - umframt politiska leikin - eisini er eitt grundleggjandi álop á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta mugu tit, norðoya løgtingslimir, ikki lata henda, sigur Jógvan Skorheim.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Mánadag 7. apríl
Morgunlestur mánadagur 7.apríl 2025
190245
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286