- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lítla arbeiðsloysið rakar eisini handilsflotan

Tørvurin er á arbeiðsmegi er ein støðug avbjóðing hjá limunum í Reiðarafelagnum fyri handilsskip. Tað er sera torført at fáa fólk til dagligu uppgávurnar, og handilsflotin verður sostatt eisini merktur av søguliga lítla arbeiðsloysinum í Føroyum.
Tað segði Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður, í frágreiðing síni til aðalfundin í Reiðarafelagnum fyri handilsskip fríggjadagin.
Hann legði dent á, at tað hevur týdning, at Føroyar hava atgongd til somu marknaðir sum kappingarneytarnir. Felagið heldur, at ov lítið verður gjørt frá politiskari síðu. Serliga eru tað tvískattaavtalur og avtalur um cabotagusigling, sum vanta millum Føroyar og onnur lond, segði Jens Meinhard Rasmussen.
Umleið 1800 fólk eru knýtt at handilsskipavinnuni, bæði á sjógvi og landi.
Í nevndini fyri Reiðarafelagið fyri handilsskip eru Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, og nevndarlimir eru Gunnbjørn Joensen, Rúni V. Poulsen, Jónas Sigmarsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen.