- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógarheimildin skal orðast greiðari í kunngerð
Lógarheimildin skal orðast greiðari í kunngerð
Fiskivinnuráðið hevur ongar viðmerkingar um uppskotið um kunngerð, sum er gjørd í Fiskimálaráðnum um vinnuligar royndir og verkætlanir
15.02.2020 - 10:06
Fiskivinnuráðið heldur bara, at kunngerðin skal siga greiðari, hvørjar kvotur, søkjast hann um. Tað stendur í grein 15 í lógini um sjófeingi.
Júst tann lógargreinin er ikki nevnd í uppskotinum um kunngerð.
Lógargreinin sigur, at søkjast kann um 14,8 prosent av svartkjaftskvotuni, 8,7 prosent av makrelkvotuni og 8,7 prosent av norðhavssildarkvotuni til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk.
Uppskotið um kunngerðina verður viðgjørt á landsstýrisfundi týsdagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV