- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tapir Heilsutrygd verður lógin kanska broytt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/39_-_kaj_leo_holm_johannesen_i_sambandsflokkinum_hugsunarsamur.jpg?itok=DqXwUz_Q)
Tapir Heilsutrygd í rættinum, verður lógin um heilsutrygd kanska broytt.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.
Hann sigur í svari uppá skrivligan fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, at vónandi greiðir rættarmálið støðuna viðvíkjandi heilsutrygdargjaldinum hjá teimum, sum búgva í Føroyum, men arbeiða í Noregi til dømis.
- Fær Heilsutrygd ikki viðhald í rættinum, má eg taka støðu til, um neyðugt er at broyta heilsutrygdarlógina, soleiðis at hon samsvarar við "Nordisk konvention om social sikring", sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Advokatur: Óneyðugt at fara í rættin
Onnur, millum annað advokaturin Jógvan Páll Lassen, siga, at tað er hvørki neyðugt at fara í rættin ella at broyta lógina.
Tí millumlandasáttmálar koma fram um løgtingslógir. Nordisk konvention om social sikring er tí galdandi, og ikki heilsutrygdarlógin.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at Heilsutrygd skal halda lógina. Og lógin sigur, at øll, sum búgva í Føroyum og eru 18 ár ella eldri, eiga at gjalda heilsutrygdargjald.