- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðhavið framvegis einki fiskiloyvi
Hóast søkt varð um fiskiloyvi til Norðhavið fyri góðari viku síðani, hevur skipið eingi loyvi fingið enn.
Reiðarin, Jógvan Martin Ferjá, sigur, at søkt er um øll árini, sum Norðhavið misti, tað er 2016, 2017, 2018 og 2019 og so um 2020.
Vørn sigur, at Vørn kann bara geva fiskiloyvi fyri 2020. Heimild er ikki til annað.
Norðhavið hevur ikki fingið fiskiloyvi enn, tí fiskiloyvi kann bara latast skipum, sum hava galdandi siglingarloyvi frá føroyskum myndugleikum, og slíkt loyvi hevur Norðhavið ikki.
Norðhavið er leigað til Curacao í Karibia.
Vørn sigur eisini, at enn fær eingin loyvi at fiska sild í ár, tí kunngerðin er ikki komin enn.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur givið Norðhavinum sild, makrel og svartkjaft, og loyvi at fiska ídnaðarfisk í Norðsjónum.
Fyrireika endurgjaldskrav
Jógvan Martin Ferjá sigur, at reiðaríið hjá Norðhavinum er í ferð við at gera endurgjaldskrav til Fiskimálaráðið.
Reiðaríið hevur endurgjaldskrav aftur til 7.mars í 2016. Tá misti Norðhavið øll síni rættindi at fiska.
Tað var av órøttum, segði Føroya rættur, sum dømdi Fiskimálaráðið at vera endurgjaldsskyldugt.
Dómurin varð skotin inn fyri Eystara landsrætt, men Jacob Vestergaard hevur tikið málið aftur.Tí er dómurin hjá Føroya rætti endaligur. Norðhavið hevur tí fingið øll síni rættindi at fiska aftur.
Hóast Norðhavið er leigað alt árið, ber til at siga upp leigusáttmálan í ótíð. Uppsagnartíðin er ein mánaður.
Men Jógvan Martin Ferjá sigur, at verður tað gjørt, verður tað ikki fyrr enn í summar.
Hann leggur tó dent á, at enn er ikki avgjørt, hvussu verður við Norðhavinum og rættindunum hjá reiðarínum.