- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæruvaldið krevur minst átta ára fongsul
Danska ákæruvaldið krevur, at Britta Nielsen verður dømd minst átta ára fongsulsrevsing fyri at hava tikið 117 milliónir kr. frá Sosialstýrinum.
Hon skal dømast eftir eini grein, sum kann geva upp í 12 ára fongsulsrevsing, sigur ákæruvaldið.
- Talan er um eitt av størstu málunum um svik í donsku søguni, og tí eigur hon at verða dømd í minsta lagi átta ára fongsulsrevsing, segði ákærin, Kia Reumert.
117 mió. kr. í 25 ár
Britta Nielsen er ákærd fyri at hava flutt sær sjálvari tilsamans 117 milliónir kr í 25 ár. Talan var um tilsamans 300 flytingar, stendur í ákæruritinum.
Britta Nielsen hevur viðgingið, at hon hevur flutt sær sjálvari pening, men hon kann ikki siga, hvussu nógvar pengar talan var um.
Undir rættarmálinum er komið fram, at eftirlitið í Sosialstýrinum hevur svikið, men tað eigur ikki at geva linari revsing, sigur ákæruvaldið.
Verjin: Órímiligt
Verjin hjá Brittu Nielsen sigur, at tað ikki er rímiligt at nýta eina grein í revsilógini, sum kann geva upp í12 ára fongsulsrevsing. So nógv kann hon ikki dømast, sigur verjin.
Ein frágreiðing varð løgd fram á seinasta rættarfundinum, sum var fyrrapartin, og har stendur, at Britta Nielsen tekur heilivág fyri hjartað, men at hon annars er væl fyri.
Dómurin verður ætlandi sagdur seinnapartin 18. februar, skrivar Ritzau.