- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinesiska kvinnan var ikki smittað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hvidovre_hosptal.png?itok=YwoYMlFd)
Kinesiska kvinnan, sum er kannað fyri coronavirus, er ikki smittað, upplýsir danska heilsustýrið fyri danska kringvarpinum.
Kvinnan var ferðafólk við einum flogfari úr Kina, sum setti seg í floghavnini í Kastrup tíðliga í morgun. Hon boðaði frá, at hon hevði sjúkueyðkenni, sum mintu um beinkrím.
Síðani varð kvinnan flutt á sjúkrahúsið í Hvidovre, har hon varð løgd í eina sjúkrastovu, har sjúklingar verða avbyrgdir.
Avbyrgdu floghavnina
Partar av farstøðini í floghavnini í Kastrup vórðu avbyrgdir, meðan vaskað varð upp og niður. Ein annað fólk er eisini innlagt á sjúkrahúsið í Hvidovre, tí illgruni er um coronavirus.
Danska Heilsustýrið væntar at frætta nærri frá Serumstovninum um hetta fólkið seinni í dag.
KInesiska kvinnan, sum ikki er smittað, og fólkið, sum framvegis verður kannað, hava einki við hvør annan at gera, og hava heldur ikki verið í sama flogfari, skrivar DR.