Gongur væl hjá vinnuni í Føroyum

Gongur væl hjá vinnuni í Føroyum
Rakstrarúrslitið hjá øllum vinnum vaks yvir eina milliard krónur frá 2015 til 2017
 
07.02.2020 - 08:01

Hetta eru 76 prosent. Serliga er úrslitið hjá tilfeingisvinnunum, so sum alivinnu og fiskivinnu, vaksið, skrivar Hagstovan.

Rakstarúrslitið har fór úr 334 milliónum krónum í 2015 upp í eina milliard og 400 milliónir krónur í 2016. Tað fór niður aftur í eina milliard og 200 milliónir í 2017.

Hjá alivinnuni til dømis vaks úrslitið úr 400 milliónum í 2010 upp í eina milliard krónur í 2017. Eisini hjá framleiðsluvinnuni og tænastavinnuni eru úrslitini vorðin betri.

Hjá framleiðsluvinnuni var úrslitið í 2017 góðar 600 milliónir krónur. Tað var 225 milliónir í 2010. Hjá tænastuvinnuni var rakstrarúrslitið 860 milliónir krónur í 2017. Tað var 194 milliónir í 2010.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824