Øll skipini sigla heim

Øll skipini sigla heim
Kvotan á Flemish Cap er fiskað
Jógvan I er eitt av frystilínuskipunum, sum hevur roynt á Flemish Cap
 
06.02.2020 - 10:33

Føroysku skipini, sum hava verið á Flemish Cap, eru nú øll á veg heim.

Kvotan er fiskað.

Klakkur, sum eisini fiskaði fyri Ågot, hevur 458,7 tons, Kambur og Stapin hava 280 tons hvør, Jógvan I hevur 277,8 tons, Eivind hevur 279,8 tons og Jákup B, sum enn ikki hevur boðað frá, hvussu nógv, hann fiskaði í gjár, hevur 277,8 tons.

Men góð 20 tons vóru eftir av kvotuni í gjár, og tey hevur Jákup B ivaleyst fiskað í gjár.

Góður fiskiskapur

Fiskaríið var aftur í ár sera gott á Flemish Cap.

Men kvotan var nógv minni í ár enn í fjør.

Hon var 1907 tons.     

Í fjør var toskakvotan á Flemish Cap 3.911 tons. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179