- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiska svartkjaft í bretskum sjógvi
Fiska svartkjaft í bretskum sjógvi
Uppsjóvarskipini fiska nú svartkjaft í bretskum sjógvi vestan fyri Hetland
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20190903_vardin_nytt_skip_fyri_295_mio_kr_0011.jpg?itok=zzsb1WR-)
Gitte Henning er eitt av skipunum, sum fiska svartkjaft vestan fyri Hetland
06.02.2020 - 11:29
Í morgun boðaði Gitte Henning frá, at hon hevði fingið 310 tons í gjár, Fagraberg boðaði frá 300 tonsum, Norðborg hevði 200 tons.
Høgaberg kom á fiskileið í gjárkvøldið.
Norðingur er farin heilt suður í altjóða sjógv vestan fyri Írland eftir svartkjafti.
Hann byrjaði fiskiskap á Porcupine í morgun.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV