- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eimskip selt Laxfoss og Góðafoss
Eimskip selt Laxfoss og Góðafoss
Avtala er gjørd við keyparan um at leiga skipini

Góðafoss og Laxfoss eru seldir til Monrovia
05.02.2020 - 09:16
Eimskip hevur selt tvey bingjuskip, sum eru í FAS, føroysku altjóða skipaskránni, til Liberia.
Skipini Laxfoss og Góðafoss, sum smápartafeløg í Havn áttu, eru seld fyri góðar 26 mió. kr. tilsamans.
Skipini eru 24 ára gomul. Tey hava siglt fyri Eimskip í 20 ár.
Nú skipini eru seld, hevur Eimskip gjørt avtalu við keyparan í Monrovia um at leiga skipini.
Laxfoss og Góðafoss eru seldir, tí Eimskip er í ferð við endurnýggja flotan hjá sær.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV