Kvotan á Flemish Cap er fiskað

Kvotan á Flemish Cap er fiskað
Klakkur hevur fiskað nógv mest, góð 430 tons
Klakkur hevur fiskað 430,3 tons
 
04.02.2020 - 10:22

Føroysku frystilínuskipini á Flemish Cap hava fingið boð um at gevast at fiska har klokkan tíggju í kvøld. 

Tá verður mett, at kvotan er uppi. Kvotan í ár er 1907 tons av toski.

Í fjør var kvotan á Flemish Cap 3.911 tons. 

Seks føroysk skip eru á Flemish Cap, - tey eru Jákup B, Eivind, Kambur, Stapin, Klakkur og Jógvan I.

Tey hava fiskað í slakar tvær vikur.

Nýggjastu tølini siga, at Eivind hevur fiskað 265,4 tons, Jákup B 279,5 tons, Jógvan I 277,8 tons, og hann er liðugur at fiska, Stapin er eisini liðugur, hann hevur 280 tons, Kambur hevur 263,7 tons og Klakkur hevur fiskað nógv mest, hann hevur 430,3 tons.

Tilsamans eru fiskað góð 1.796 tons. Eftir eru tí góð 110 tons.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824