- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST: Coronvirusið er nú ein heimshóttan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/coronavirus.png?itok=nHvBODME)
Heimsheilsustovnurin, WHO, sigur, at støðan nú, er at líkna við ebolavirusið og svínakrímið. Heimsheilsustovnurin hevði fund aftur í gjár, og eftir fundin gjørdi stovnurin greitt, at talan er um eina heimsfevnandi farsótt.
Aðalskrivarin í nevndini segði á tíðindafundi, at talan ikki var um atfinningar ímóti Kina, har virusið fyrst varð staðfest, men rósti Kina fyri arbeiðið, sum landið ger, fyri at fáa tamarhald á virusinum, skrivar DR.
Aðalskrivarin í WHO segði, at stovnurin mest stúrir fyri, at virusið skal breiða seg til lond, har heilsuviðurskiftini eru vánalig. Men hann legði dent á, at stovnurin ikki ekur undir við átøkum sum at gevast við at ferðast til Kina, og heldur ikki mælir stovnurin frá samhandli við Kina.
Danmark broytir ikki tilbúgvingina
Ein heimsfevnandi ávaring merkir, at lond skulu royna at forða fyri, at smittan breiðir seg um landamørk, men rátt verður frá at gevast við handli og ferðum.
Boðini eru serliga til heilsumyndugleikarnar í heimsins londum, sum verða biðin um at herða eftirlitið, og at royna at avmarka virusið.
Danska heilsustýrið sigur, at nýggju boðini frá heimsheilsustovninum, ikki fáa landið at broyta tilbúgvingina, tí smáir møguleikar eru fyri, at virusið kemur til Danmarkar.
Donsku heilsumyndugleikarnir eru til reiðar
Skuldi virusið komið til Danmarkar, eru heilsumyndugleikarnir til reiðar at taka sær av teimum sum møguliga vera smittað, sigur stjórin í heilsustýrinum, Søren Brostrøm.
Øll tey 170 fólkini sum higartil eru deyð, eru í Kina, og har er coronaviorusið staðfest í øllum landspørtum. 98 fólk eru sjúk í 18 øðrum londum.
Í átta førum hevur virusið breitt seg millum fólk, tað er í Týsklandi, Japan, Vietnam og USA. Tí er vandi fyri, at virusið kann breiða seg longur og skjótari enn tað hevur gjørt, skrivar Reuters.