- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungdómsting 3. og 4. februar

Ungdómsting verður í løgtinginum 3. og 4. februar.
Næmingar í 8.,9. og 10. flokkunum kring landið eru bodnir við, og hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í tinginum.
Endamálið við ungdómstinginum er m.a. at geva næmingum størri innlit í fólkaræðið, at lata teir vera ein virknari partur av fólkaræðinum, og at geva teimum innlit í, hvat leikluturin hjá løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá tinginum fevnir um.
Sjeynda ferðin
Hetta er sjeyndu ferð, at skipað verður fyri ungdómstingi.
Seinast - tað var í 2016 - vóru seks skúlar við seks flokkum umboðaðir.
Tey 32 ungdómstingfólkini viðgjørdu 12 lógaruppskot, sum snúðu seg um m.a. skúlaviðurskifti, valrætt, ferðslu og rúsdrekka.