- Tíðindi, mentan og ítróttur
WHO: Virus ikki ein heilsukreppa enn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/yichang_kina_ap.jpg?itok=uO9IoQ0P)
Eftir at hava fundast í tveir dagar, samdist WHO um, at tað er ov tíðliga at siga, at virusið er ein altjóða heilsukreppa. Í Kina er tað tó ein kreppa, segði Dr. Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO.
Aðalskrivarin legði aftrat, at tey flestu, sum eru smittað, fáa einans mildari sjúkueyðkenni, og tey, sum eru deyð av virusinum, høvdu vánaliga heilsustøðu frammanundan.
>> SÍ EISINI Nýtt virus breiðir seg til fleiri lond
Myndugleikarnir í Kina hava avbyrgt fimm býir, og í tilsamans tíggju býum er øll almenn ferðsla steðgað í eini roynd, at avmarka smittuna. Tilsamans 32 milliónir fólk búgva í teimum býunum.
Í býnum Wuhan, har smittan byrjaði, eru kinesisku myndugleikarnir farnir at byggja eitt serligt sjúkrahús til at viðgera fólk, ið eru vorðin smittað. Sjúkrahúsið skal hava 1.000 seingjarpláss
Byrjað var at byggja í gjárkvøldið, og sjúkrahúsið skal verða liðugt longu í næstu viku. Eitt líknandi sjúkrahús bleiv bygt í samband við SARS-sjúkuna í 2003. Tað bleiv eisin bygt eftir einari viku.