Rúsdrekka: Markið er framvegis 60 prosent

Rúsdrekka: Markið er framvegis 60 prosent
Ein nýggj kunngerð um at gera, innflyta og selja rúsdrekka er komin í gildi
 
20.01.2020 - 08:28

Sterkasta rúsdrekka, sum loyvt er at innflyta ella gera í Føroyum, er framvegis 60 prosent.

Ferðavinnufelagið helt annars, at markið átti at hækka upp í 65 prosent.

Felagið segði í hoyringarsvari sínum, at nógv heilt serligt rúsdrekka, til dømis rom og whiskey, viðhvørt er beint omanfyri 60 prosent.

Nýggj kunngerð

Ein nýggj kunngerð um at gera, innflyta og selja rúsdrekka er komin í gildi. Aldursmarkið er eisini framvegis 18 ár.

Nýggj kunngerð er eisini komin um skeinkiloyvi, hissiniloyvi og Loyvisnevndina. Gamla kunngerðin var frá 1992.

Eitt skeinkiloyvi kostar 10.000 kr. 

Ferðavinnufelagið mælti til, at skeinkiloyvini eru bíligari, men prísurin er tann sami sum í uppskotinum, sum varð sent í hoyringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962